framtak

in the Faroe Islands
62°N, 7°W

Bridge in Glyvrar Sluppin Høganes From above Runavík
450 km to IcelandIceland: 450 km

Faroe Islands
- North Atlantic

Map of the Faroe Islands
350 km to ScotlandShetland: 322 km
Online since 1997

Sluppin Høganes

 HOME 

(Sluppin Høganes liggur við bryggju í bátahylinum í Runavík)

"Tónasjón" (Tónleika- og Sjónleikabólkurin umbord á Høganesi) er ein bólkur av skálafjarðabúgvum, sum síðani marsmánaða 1991 hava skipað fyri mentunartiltøkum á sluppini Høganes.

Endamálið við hesum arbeiði er at skapa eitt stað í Eysturoynni, har t.d. tónleikarar kunnu koma at framføra tónleik sín, og har tónleikurin - og tað hann ber í sær - verður settur í hásætið. Higartil hava tiltøkini umborð á sluppini fevnt um m.a. fólkatónleikaframførslur av ymiskum slag (vísuløg, spælimannstónleik, indiana- og sáma skjaldur, sjómansvísur), jazz-tónleik (modernaðan og traditionnellan), poesi-upplestur, rock- og popptónleik, heavy rock, ferðafrásagnir, klassiskan tónleik og eina einkulta kabarett.

Tónleikarar og sjónleikarar bæði úr Føroyum og uttanlanda (t.d. Danmark, Svøríki, Spania, U.S.A.) hava framført, og yvirhøvur hava teir latið væl at skipinum og kanska serstakliga akkustikkinum. Allir hava teir framført so at siga ókeypis, men ikki við minni ágrýtni av teirri orsøk. Teir spæla tað, teimum dámar, og sum teir fegnir vilja deila við áhoyraran. Umborð á Høganesi er onki at skerja frælsi teirra í so máta.

Hevur tú hug at royna teg á Høganes-pallinum sum tónleikari, upplesari ella okkurt tílíkt, um tú hevur onkur hugskot ella um tú hevur hug at vera við í arbeiðinum hjá Tónasjón, so ert tú vælkomin at venda tær til okkara.

Havið eyguni eftir lýsingum okkara um komandi tiltøk!

The photos at the top of this page: 1. Bridge in Glyvrar 2. Sluppin Høganes 3. From above Runavík
Google
  Web Framtak.com   
Send a message
Copyright © 1997 - 2009 Framtak, FO-650 Toftir, Faroe Islands
www.framtak.com

Bookmark this site!



How to add a Framtak image link to your site!www.framtak.com